Innanlands

Formula varpar ljós á persónsdátuvernd og GDPR

Nýggj persónsupplýsingarlóggáva er ávegis í Føroyum

2019-01-17 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj persónsupplýsingarlóggáva er ávegis í Føroyum og verður hetta, í stóran mun, sama lóggáva, sum kom í gildi í Danmark og øllum ES limalondunum hin 25. mai 2018. Nakrar føroyskar fyritøkur eru longu fevndar av ES lóggávuni, aðrar verða fevndar av henni, tá ið hon verður endaliga samtykt og sett í verk í Føroyum - væntandi á vári komandi ár. Umráðandi er, at meta um støðuna og at fyrireika seg í góðari tíð, tí talan er um eina tilgongd, sum krevur ítøkiligar fyrireikingar.
 
Í eini tilgongd er fyrst og fremst neyðugt, at fyritøkan, stovnurin ella kommunan metir um, hvussu ein lýkur galdandi persónsupplýsingarlóggávu og kunngerðina frá 2003, fyri síðan at víðka hetta til eisini at umfata nýggju lóggávuna.  Í øðrum lagi má støða takast til, um verandi virksemi longu er fevnt av nýggju lóggávuni í ES. 
 
Persónsupplýsingarlóggávan fevnir um verju av persónsupplýsingum og rættindum hjá teim skrásettu. Brot á lóggávuna kann fáa álvarsligar fíggjarligar avleiðingar. Tískil er neyðugt við tøkniligum og fyrisitingarligum trygdartiltøkum fyri at tryggja persónsdátuviðgerðina á ein nøktandi hátt. Verður virksemið til dømis rakt av “Cyber” álopi og persónsdáta, t.d. kortupplýsingar, koma almenninginum til kunningar, kann endurgjald verða kravt, umframt at stór bót kann verða givin. 

Formula hevur drúgvar royndir og dagførda vitan innan persónsdátuvernd og KT-trygd og veitir holla ráðgeving innan hesi øki. Harumframt hevur Formula ítøkiliga tøkniliga vitan um, hvussu trygdarspurningar, tøkniliga sæð, kunna loysast. Síðst í januar skipar Formula fyri skeiðum í GDPR og KT-trygd, har serligur dentur verður lagdur á persónsdátuvernd og GDPR persónsdátulóggávuna. 
 
Fá meira at vita á heimasíðuni hjá Formula: www.formula.fo

- Formula

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder