Innanlands

Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið nýggja nevnd

Frimodt Rasmussen er komin í nevndina fyri Jóhonnu á Bergi, sum ikki stillaði upp aftur á aðalfundinum mánadagin

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2025-06-25 07:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mándagin var aðalfundur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, har nýggj nevnd varð vald.

Fyri vali stóðu Odd Eliasen, Ólavur Bjarkhamar og Jóhanna á Bergi. 

Odd Eliasen og Ólavur Bjarkhamar vórðu afturvaldir, men Jóhanna á Bergi stillaði ikki upp aftur. Í hennara stað kom Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, í nevndina, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Jón Sigurdssyni sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni. Formansskapurin er sostatt óbroyttur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder