Mentan

Føroya Arena fær 25 milliónir frá A.P. Møller grunninum

Arbeiðsbólkurin er við at koma á mál við at fáa til vega íleggjarar at seta pengar í stórhøllina í Hoyvík

Frá framløguni á ráðhúsinum í Havn í oktober. Frá vinstru Tummas Justinussen, Niels Mortensen og Dennis Holm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Frá framløguni á ráðhúsinum í Havn í oktober. Frá vinstru Tummas Justinussen, Niels Mortensen og Dennis Holm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-03 11:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stóri danski grunnurin “A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal” hevur játtað upp í 25 milliónir krónur til stórhøllina, Føroya Arena, sum ætlanin er at byggja við Stórutjørn í Hoyvík.

Ein arbeiðsbólkur hevur seinasta hálva árið arbeitt við at savna pengar til verkætlanina, eftir at Tórshavnar Býráð í fjør gav tilsøgn um at stuðla stórhøllini við 108,6 milliónum krónum, um tað ber til at savna tilsvarandi upphædd frá øðrum stuðlum.

Arbeiðsbólkurin væntar í næstum at hava fingið allan peningin til vega, og tá verður greitt nærri frá, hvussu víðari skal farast fram í verkætlanini.

Føroya Arena er eitt týðandi stig á leiðini at menna føroyskan ítrótt. Stórhøllin skal vera ein altjóða góðkendur tjóðleikavøllur til innandura ítrótt – t.d. hondbólt, flogbólt, fimleik, kurvabólt, stríðsítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting og billard.

Føroya Arena verður eisini karmur um konsertir, ráðstevnur, mentanartiltøk og onnur stór tiltøk, umframt at stórhøllin skal hýsa ymiskum heilsutilboðum. Føroya Arena verður eisini partur av føroysku tilbúgvingini.

Í arbeiðsbólkinum sita Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Jón Sigurdsson, sum fóru til verka at savna pengar inn eftir áheitan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra. Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen samskipa arbeiðið.

Les eisini: Edmund og Sjúrður gjørt avtalu um 30 mió til stórhøllina   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder