Fyri at styrkja yvirskipaðu leiðsluna av samtakinum hevur Føroya Banki tilnevnt tveir varastjórar.
Talan er um Brian Smedemark, rakstrarstjóra, og Arnhold Olsen, fíggjarstjóra, boðar bankin frá í tíðindaskrivi.
Brian Smedemark, hevur verið rakstrarstjóri í bankanum síðani 2023, og var stjóri í dótturfelagnum Trygd frá 2018 til 2023. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2019.
Arnhold Olsen hevur starvast í bankanum síðani 2013. Í 2023 gjørdist hann fíggjarstjóri og samstundis partur av samtaksleiðsluni.
Báðir halda teir fram við somu ábyrgdarøkjum sum higartil, og tilnevningarnar hava ikki við sær broytingar í dagligu leiðsluni av samtakinum, sum eisini heldur fram vi Turið F. Arge sum forstjóra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald