Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevur gudstænastu í Hafnarfjarðarkirkju sunnudagin, 21. oktober 2018 kl. 11.00. Tað boðar Sendistova Føroya í Reykjavík frá.
Prestur Kristján Valur Ingólfsson, fyrrverandi biskupur í Skálholti, og Jón Helgi Þórarinsson, sóknarprestur, hava altargangin.
Biskupur fer til Íslands í sambandi við norðurlendskan høvuðsbiskupafund og ráðstevnuna Arctic Circle, ið verður í Hörpu í vikuskiftinum.
Við biskupi úr Føroyum koma prestarnir Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Vága prestagjaldi, Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur Norðstreymoyar vestara prestagjaldi og Sverri Steinholm, sjúkrahúsprestur í Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald