2024-08-15 11:31
Í morgin, fríggjadagin 16. august 2024 eru tað fimmti ár síðani eldsálir settu Føroya Blindafelag á stovn og hettar fer felagið at hátíðarhalda.
Felagið bjóðar til almenna móttøku á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10a, í Havn fríggjadagin 16. august frá kl. 15.
Tað verða talur og tónleikur á skránni frá kl. 15.30 , har m.a. Siri Stenberg landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum fer at siga nøkur orð. Felagið bjóðar lætt ábit og okkurt søtt til kaffi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald