Komandi vikuskifti, 3. og 4. september, verður Føroya Festivalurin á skránni í Esbjerg.
Festivalurin skuldu upprunaliga verða hildin fyrst í juni mánað, men hann mátti útsetast vegna koronu, men í komandi viku verður hann endiliga hildin á vælumtókta konsertstaðnum Tobakken.
Nøvnini, sum verða á skránni fríggjakvøldið eru Herborg, Evi Tausen, Halleluja Sofus, Marner av Lofti & Jessica Hallursdóttir, og HitMen.
Dyrnar lata upp klokkan 19, og tónleikurin byrjar ein tíma seinni. Kvøldið endar klokkan eitt.
Leygardagin verður rock/pop og blues kvøld, og umframt hetta verður landsdystur eisini á skránni. Føroya Festivalurin hevur nevniliga keypt rættindini til at vísa dystin millum Føroyar og Danmark.
– Fyri fyrstu ferð í 30 ár fara Føroyar og Danmark at spæla ein endaspæl-kvalifikatiónsdyst. Hetta hevur sera stóran áhuga millum Føroyingar í Danmark og tí hevur Føroya Festivalurin keypt rættindini at vísa dystin á Stórskíggja. Tí verður leygarkvøldið ein fantastisk blanding av føroyskum livetónleiki og live landsliðsfótbólti. Vit hita eisni upp til dystin við góðum føroyskum syngi við-tónleiki, og eftir dystin verður eitt brak av rocktónleiki líka til kl 02.00, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Tey, sum framføra leygardagin eru Uni Debess, Tinganest & Sámar Ravnsfjall, Signar í Homrum, og Hamradun.
Bert 500 atgongumerki eru sett til sølu. Tey kunnu keypast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald