Innanlands

Føroya fyrsta Escape Room verður royndarkoyrt

Nú verður høvið hjá almenninginum at royna nýggja spælið Escape Room, ið fyrigongur í Vági umborð á sluppini Johannu TG326 og í einum gomlum bygningi.

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-11-17 11:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðani í vár hevur Fablab í Vági arbeitt við gátuspælinum Escape Room. Tað er Tina Tausen og Navid O’Lari, ið hava tikið stig til hetta spæl. Spælið fyrigongur umborð á sluppini Johannu TG326 og í einum gomlum bygningi í Vági.

Hetta er Føroya Escape Room, og á Fablab í Vági eru tey sera spent at vita, hvussu hetta fer at eydnast, skrivar Vágs kommuna.

Escape Roomið er ætlað ungum og vaksnum og er eitt spæl har vitan, samarbeiðsevnir og logisku sansirnir skulu í brúk. Tað er møguligt er at royna Escape Roomið, sum bólkur á tvey til fimm fólk. Tað tekur áleið 60 minuttir at loysa allar gáturnar og at koma á mál.

Tað er opið fram til ársskiftið. Talan er um eina royndartíð, har spælið verður roynt av og gjørt endaliga klárt til 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder