Innanlands

Føroya fyrstu ferðsluljós til súkklur

Nú verður tryggari at súkkla tvørtur um Marknagilsvegin

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-07 15:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú verður tryggari at súkkla tvørtur um Marknagilsvegin. Tá ið súkklandi í framtíðini fara at súkkla eftir Marknagilsvegnum og skulu snara inn til Glasir, fara tey at síggja Føroya fyrstu ferðsluljós til súkklur.

Ferðslan er nógv økt, síðani Glasir lat upp. Stórt arbeiði fer fram nú á Marknagilsvegunum, sum fer at lætta nógv um ferðslutrýstið, tá ið arbeiðið er liðugt við ársenda.

Seks ymisk støð á og kring Marknagilsvegin verða ferðsluljós sett upp í sama viðfangi, skrivar Tórshavnar kommuna.

Og partur av betraðu umstøðunum á Marknagilsvegnum eru ferðsluljós serliga til súkklur. Skipanin, sum verður sett upp, er gjørd soleiðis, at súkklandi skulu trýsta á ein knøtt, tá ið tey koma til ljósini, og løtu seinni verða ferðsluljósini hjá bilunum reyð, og súkkluljósini lýsa grønt. Sìðani kunnu súkklandi trygt fara yvir um vegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder