Mentan

Føroya mál á manna tungu – Málfundur

Í mentanarvikuni í Runavíkar kommunu verður málfundur í Løkshøll mikukvøldið 28. apríl

Málfundur verður í Løkshøll í Runavík 28. apríl (Savnsmynd)

Málfundur verður í Løkshøll í Runavík 28. apríl (Savnsmynd)

2021-04-14 21:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fuglar láta, seyður jarmar og kýr belja. Flestu livandi verur hava tørv á at samskifta. Tað hava vit menniskju eisini. Vanligt samskifti í gerandisdegnum spreingir øll landamørk, har samskift verður á ymiskum tungumálum tvørgangandi, men tjóðarmørkini stika av fyri einum einasta máli hjá øllum tjóðum – móðurmálinum. Harvið er tað í serstøðu.

Samskiftismiðil og ein partur av samleika okkara alt um eina leið. Ein væl vovin ósjónligur strongur, sum gongur ígjøgnum heilar og hjørtu á øllum okkum, sum eiga tjóðina – Føroyar.

Vit eiga øll at skifta orð um støðu málsins frá tíð til aðra – tí vit eru málið og øvut. Mentanarvikan leggur við hesum málfundinum sítt klípi til hendan varðan - hesa áhaldandi røkt.

Mentanarvikan 2021 verður sermerkt á tann hátt, at sjóneykan verður sett m.a. á skrivaða orðið. Føroyska málið í síni heild verður sett á breddan alla mentanarvikuna.

Mikukvøldið 28. apríl verður skipað fyri orðaskifti um Føroya mál, har fólkið sleppur til orðanna. Kvøldið er skipað við tveimum framløgum og bólkum, ið skifta orð um viðkomandi evni. Solby A. Christiansdóttir er orðstýrari.

Skrá

  • Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
  • Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, greiðir frá málpolitikkinum hjá KVF í mun til tær skyldur og ábyrgdir, ið liggja á public service stovninum.
  • Oðaskifti millum luttakarar
  • Stongum og Guttesen framføra
  • Jonhard Mikkelsen, stjóri Sprotans, greiðir frá, hvussu málsligu amboðini eru ment seinastu 20 árini, og hvørjum arbeitt verður við nú.
  • Orðaskifti millum luttakarar

Nærri kunning um Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er at finna á visitrunavik.fo ella á facebookvangan hjá mentanarvika í Runavíkar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder