2018-07-13 14:41
Sum vit skrivaðu í morgun, so er søguligi handilsbygningurin í Vágsbotni, nú nevndur Miðlahúsið, seldur.
Og tað er Føroya Møblasøla, sum eigur og rekur Idemøblar, sum hevur keypt bygningin. Tað skrivar tíðindasíðan in.fo seinnapartin.
Sosialurin hevur síðani 2004 leigað bygningin frá P/F Valdemar Lützen, og nýggju eigararnir yvirtaka leigusáttmálan, sum er galdandi í 7 ár afturat.
Keypsprísur verður ikki upplýstur, men prísuppskotið hjá Betri Heim var 12.750.000 krónur. Støddin á bygninginum er 637 fermetrar og byggiár er 1800 og 1925.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald