Innanlands

Føroya Pedagogfelag heitir á løgtingið um at koma saman aftur

Felagið vil hava Vælferðarlógina samtykta

Mynd: Føroya Pedagogfelag

Mynd: Føroya Pedagogfelag

2019-05-08 16:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroya Pedagogfelag vil hava løgtingið um at koma saman aftur. Orsøkin er, at løgtingið ikki samtykti Vælferðarlógina, og tí vil felagið nú hava løgtingið at koma saman aftur og samtykkja lógina.

Pedagogfelagið sigur, at av tí at lógin ikki er samtykt, er tann veikasti borgarin sleptur upp á fjall.

- Vælferðarlógin skuldi m.a. tryggja at: Borgarin skal eggjast, stimbrast og stuðlast til at hava so sjálvstøðugt lív sum gjørligt og at borgarin skal hava ávirkan á tilgongdina og innihaldið í teim tænastum, sum honum verða tillutaðar og veittar, skrivar Pedagogfelagið á heimasíðuni.

Pedagogfelagið skrivar eisini, at eingin trygd er fyri at Vælferðalógin verður løgd fram aftur í einari komandi tingsetu og at tað tí er stórur vandi fyri, at alt tað arbeiði og orka ið fakfólk og onnur hava lagt í arbeiði fer fyri einkis.

- Føroya Pedagogfelag heitir á Løgtingið um at koma saman aftur og fáa samtykt lógina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder