Tað er nú um vikuskiftið, at Føroya størsti bilafestivalur verður á Svangaskarði á Toftum.
Bilasølur, sum fara at vísa fram sínar bilar, verða eitt nú Berg Motors, Reyni Service, Bilrøkt, Nordbil, Wenzel, Auto Service, Bilasølan og Nordcar.
Aðrir veitarar av tænastum til bilar og súkklur verða eisini við, eitt nú Autolakkering, Bilverkstaðið á Kambsdali, FTZ, Bilreins, Skeltið, SEV, Amboð.fo, First Stop, Billutir, Vollabúðin og aðrir. Við á bilafestivalinum verða eisini fíggingarstovnar.
Tað verður borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, sum fer at seta bilafestivalin í stóra tjaldinum, sum er sett upp á Svangaskarði, har bæði fótbóltsvøllurin og rennibreytin verða brúkt til framsýningarøki og aðrar aktivitetir.
Setanin verður leygardagin klokkan 14, og beint eftir lata tombola og lutaseðlasøla upp.
Klokkan 15 verður eitt forvitnisligt tiltak, sum kallast “Klárar tú at krasja bilin?” Her kunnu fólk royna ein bil, sum ikki kann krasja. Tú koyrir ímóti einum pútuveggi, og klárar tú at krasja bilin, fært tú ein vinning.
Tað er Berg Motors, sum stendur fyri hesum tiltaki.
Klokkan 15 fara eisini Gadder’s at framføra, og tá kunnu fólk eisini keypa sær ein góðan festivalbúff.
Klokkan 16 verður pallborðskjak um el-bilar kontra vanligar bilar, og kjakið verður stroymt.
Klokkan 17.15 verður aftur pallborðskjak, og hesaferð snýr kjakið seg um píkadekk - ella ikki píkadekk. Í kjakinum fara eitt nú Halleluja Sofus og Justin Philbrow at luttaka við Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, sum orðstýrara.
Magni Christiansen fer at syngja leygardagin klokkan 18.30, og klokkan 20 letur tjaldið aftur.
Sunnudagin klokkan 14, verður lagt til brots aftur, tá tjaldið letur upp - við tombola og ymiskum eydnuspølum, eins og barnakór eisini fara at framføra í tjaldinum stutt eftir upplating.
Klokkan 15 verður fótbóltur á skránni, og tá fara B68 og EB/Streymur í bestu deildini at spæla dyst á ovara vølli í kappingini um løgmanssteypið.
Klokkan 16 fer Signar í Homrum at syngja.
Klokkan 19 verða flottastu bilar kosnir, og tá skal veljast millum. Umframt Føroya flottasti Bilur, skal eisini kjósast Føroya flottasti 4×4 bilur ogFlottasti Framsýningarbilur.
Seinast á skránni á Svangaskarði sunnukvøldið verður Ragnar í Vík, sum fer at syngja.
Meira um bilafestivalin á Svangaskarði á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald