Mentan

Føroya Symfoniorkestur framførir stórverk

Skráin til várkonsertina 2022, sum verður leygarkvøldið, er tann mest krevjandi, sum skjótt 40 ára gamla orkestrið hevur framført. Orkestrið telur 73 tónleikarar hesuferð - fyri hvørt atgongumerki, ið veðrur selt, letur Føroya Symfoniorkestur Reyða Krossi Føroyar 100 krónur til hjálparátøk í Ukrainu

Kristina Thede Johansen verður solistur á konsertini (Mynd: nlh.fo)

Kristina Thede Johansen verður solistur á konsertini (Mynd: nlh.fo)

2022-03-16 09:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Skráin til várkonsertina 2022 er uttan iva mest krevjandi skrá, sum skjótt 40 ára gamla orkestrið hevur framført.

Soleiðis skrivar Føroya Symfoniorkestur um konsertina, ið verður í Norðurlandhúsinum leygarkvøldið.

- Ein sjúkliga kenslusamur ungur tónleikari við ógvusligum hugflogi eitrar seg sjálvan í ólukkuligum kærleiksrúsi”.

Hesir eru tankarnir handan stórverkið Symphonie fantastique hjá fraklendingunum Hector Berlioz, sum bleiv frumframført í 1830Hetta er eitt av trimum verkum, ið verður framført í høllini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. 

[object Object]
Hector Berlioz

Symfoniorkestrið boðar í tiðindaskrivi frá, at fyri at veita eina halpandi hond til fólki í Ukrainu, hevur Føroya Symfoniorkestur avgjørt at lata Reyða Krossi Føroyar 100 kr. fyri hvørt atgongumerki, ið verður selt til várkonsertina. Allur peningurin fer til hjálparátøk í Ukrainu.

Kristina Thede Johansen verður solistur á konsertini við sínari saxofon. Bernhardur Wilkinson stjórnar.

Byrjað verður klokkan 19.30, og konsertin er tveir tímar til longdar. Skráin sæst niðanfyri.

KONSERTSKRÁ

Akademisk Festival Ouvertura – Johannes Brahms (1833-1897)
Á summarferiu í vælveru býnum Bad Ischl í Eysturríki í 1880, skrivaði Brahms stuttligu festival ouverturuna.
Við hárfínari javnvág millum seriøs og meira løtt elementir leggur Brahms størri dent á ”festivalin” enn tað “akademiska”.
Brahms segði sjálvur, at verkið er sum ein potpourri full av larmandi studentarsangum.
Ouverturan er eitt av mest spældu verkum hjá Brahms. Undir leiðslu av komponistinum, varð verkið frumframført í 1881.

Concerto pour saxophone – Henri Tomasi (1901-1971)
Solistur: Kristina Thede Johansen, saxofon

Saxofonkonsertin er skrivað í 1949 og var ognað kenda franska saxofonistinum Marcel Mule. Verkið, ið er í tveimum satsum, varð latið inn í samband við verk-kapping hjá tónlistaháskúlanum í París.

Kristina Thede Johansen lesur í løtuni ein kandidat í Music Performance og Arts Management á Sibelius Akademiinum í Finnlandi. Lærari hennara er Joonatan Rautiola. Eisini nemur hon sær solistprógv frá Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus. Kristina er virkin kamartónleikari og fastur limur í mangt annað Ensemble Eiradís, EKA og Nordic Saxophone Collective.

Symfoni Fantastique – Hector Berlioz (1803-1869)
Ólukkuligur kærleiki er ikki ókent tema í listini. Hector Berlioz, ið upprunaliga var útbúgvin lækni, skrivaði hesa symfonisku yrkingina. Hóast óteljandi kærleiksbrøv til ensku sjónleikarinnuna Harriet Smithson, lat hon ikki við seg koma.
Berlioz skrivar í sínum endurminningum, at tónleikurin lýsir dreymarnar hjá einum ungum manni, sum eftir ein miseydnaðan kærleika hevur mist hugin til lívið. Verkið bleiv frumframført í París í 1830.

Hóast tann elskandi og hin útvalda ikki ganga saman í yrkingini, so hittast tey aftur í París trý ár seinni. Tey giftust í 1833, men hjúnarlagið var ikki gott. Eftir 10 árum saman fóru tey hvør til sítt.

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Solistur: Kristina Thede Johansen (FO)


Atgongumerki kunnu keypast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder