Innanlands

Føroya Váðaráð: Eingi tekin um systemiskar váðar

Útlánsvøksturin økist tó framhaldandi og tí verður hildið eyga við, hvussu skjótt útlánini vaksa, sigur ráðið eftir at hava verið á fund fyri sættu ferð

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-31 20:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroya Váðaráð heldur ikki, at greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum.

Soleiðis er niðurstøðan, eftir at Váðaráðið hevur verið á fund fyri sættu ferð.

Útlánsvøksturin økist tó framhaldandi og ráðið heldur tí eyga við, hvussu skjótt útlánini vaksa. Hesum boðar Føroya Váðaráð frá í fundarfrágreiðing í dag.

Samlaðu útlánini í mun til BTÚ vaksa, men tey eru kortini væl minni enn áðrenn undanfarnar kreppur.

Útlán til vinnuna sum heild vaksa ikki merkisvert, men útlánsvøksturin er stórur í einstøkum vinnugreinum, eitt nú í byggivinnuni.

Útlán til kommunur og almennar fyritøkur hava minni váða fyri peningastovnarnar enn útlán til privata geiran, men útláns­vøksturin til tað almenna kann vísa seg ikki at vera skynsamur í núverandi búskapar­gongd, skrivar Váðaráðið.

Ráðið heldur, at fíggjarpolitikkurin í verandi búskaparstøðu ikki eigur at stimbra eftirspurningin í búskapinum.

Útlán til vinnuna eru javnt býtt millum ymsar vinnugreinar. Tá ið útlán hjá peninga­stovn­um ikki eru savnað í einstøkum vinnum, eru peningastovnarnir minni viðkvæmir fyri afturgongd í somu vinnugreinum.

Sethúsaprísirnir halda fram við at vaksa í fyrsta ársfjórðingi í ár, og sambært Váðaráðnum, eru tað serliga prísirnir í størri bygdunum, sum eru øktir nógv seinastu tíðina, men sethúsaprísirnir økjast eisini í høvuðsstaðnum.

Umboð frá "Det Systemiske Risikoråd" luttóku eisini á fundinum. Farið er undir at greina kapitalbuffaran í Føroyum, og tað verður gjørt í samstarvi millum Føroya Váðaráð og danska váðaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder