Innanlands

Føroya Váðaráð heldur neyvt eyga við vaksandi útlánsvøkstrinum

Føroya Váðaráð hevur viðgjørt útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum

2019-03-28 15:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroya Váðaráð hevur viðgjørt útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum. Útlánini hjá bankunum í 2018 vuksu skjótari enn BTÚ, og útlánsvøksturin heldur fram at vaksa. Serliga er tað hjá kommunum og almennum fyritøkum at útlánini vaksa, og tað hevur minni váða við sær enn útlán til privatu vinnuna. Tí er niðurstøðan hjá Føroya Váðaráði framvegis, at eingi greið tekin er um, at systemiskir váðar eru við at taka seg upp í føroyska fíggjargeiranum, men at Váðaráðið heldur neyvt eyga við vaksandi útlánsvøkstrinum, skrivar Landsbanki Føroya.

Sonevndu NEP krøvini vóru eisini umrødd á fundinum. NEP kapitalur tryggjar, at SIFI peningastovnar uttan hjálp frá tí almenna kunnu endurreisast og sleppa aftur á marknaðin við nøktandi kapitali í eini trongstøðu. Hóast NEP reglurnar í høvuðsheitum eru tær somu fyri danskar og føroyskar peningastovnar, er munurin tann, at váðavektað ogn verður roknað ymiskt í donskum SIFI-bankum samanborið við føroysku SIFI-bankarnar. Hetta merkir, at veruligu krøvini í Føroyum eru lutfalsliga strangari.

Danska vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um at broyta markvirði fyri, nær føroyskir peningastovnar skulu roknast sum SIFI peningastovnar, og Føroya Váðaráð hevur gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið.

Innlán hjá føroyskum peningastovnum vóru umleið 17 mia. kr. við endan á 2018, meðan útlánini um somu tíð vóru umleið 15,5 mia. kr. Føroysku bankarnir høvdu sostatt eitt innlánsyvirskot á 1,5 mia. kr. við ársenda 2018. Verða deildirnar hjá BankNordik í Danmark og Grønlandi taldar við, er innlánsyvirskotið tilsamans umleið 4,2 mia. kr. Innlánsyvirskotið í donsku og grønlendsku deildunum hjá BankNordik kann brúkast sum útlán í Føroyum og øvut. Innlánini hjá føroyskum peningastovnum, íroknað deildirnar hjá BankNordik uttanfyri Føroyar, vóru sostatt 25 mia. kr. við endan á 2018, meðan útlánini vóru 20,8 mia. kr.

Í 2018 eru útlánini vaksin við 864 mió. kr. (ein vøkstur á sløk 6 prosent), meðan innlánini eru vaksin við 700 mió. kr. (ein vøkstur á 4 prosent). Innlánsyvirskotið er sostatt minkað við umleið 160 mió. kr. frá ársenda 2017 til ársenda 2018.

Vøksturin í BTÚ var sambært Hagstovuni 2,4 prosent í 2018. Tilsamans vuksu útlán hjá bankunum í 2018 skjótari enn vøksturin í BTÚ. Útlánsvøksturin er framvegis vaksandi. Útlánini vaksa mest hjá kommunum (20 prosent frá ársenda 2017 til ársenda 2018, ella við umleið 175 mió. kr.) og almennum fyritøkum (30 prosent í sama tíðarskeiði, ella við 95 mió. kr.). Tilsamans vóru útlán til almennar fyritøkur næstan hálva mia. kr. og til kommunur umleið 1 mia. kr. við endan á 2018.

Útlán til privatu vinnuna eru vaksin við umleið 7,5 prosent frá ársenda 2017 til ársenda 2018. Útlán til primeru vinnuna (tilfeingisvinnuna) vaksa ikki merkisvert, meðan útlán til sekunderu og tertieru vinnurnar vaksa meira. Útlán frá føroyskum peningastovnum til tertieru vinnuna eru tilsamans 3 mia. kr., meðan útlánini til primeru og sekunderu vinnurnar eru umleið 1 mia. kr. hvør. Serliga eru tað útlán til hotel-, matstovu og byggivinnu, sum eru vaksandi.

Niðurstøðan hjá Føroya Váðaráði er framvegis, at eingi greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru við at taka seg upp í føroyskum peningastovnum. Føroya Váðaráð heldur tó eyga við vaksandi útlánsvøkstrinum, sum nú kann eygleiðast hjá bankunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder