- Minni skrivstovuveldi, lægri skatt og meira frælsi.
Gongur, sum Hjalmar Zachariassen úr Hvannasundi ætlar, so stillar ein nýggjur flokkur við navninum Føroyaflokkurin upp til komandi løgtingsval við hesum endamálunum.
Ætlanin var annars slept, tí Hjalmar Zachariassen fór upp í hin nýggja flokkin, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, men tók seg fyri stuttum úr aftur.
Hjalmar Zachariassen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nú er flokkurin so komin í helvt við undirskriftasavnanini, og hevur fingið góðar 400 undirskriftir av teimum 800, sum skulu til fyri at kunna stilla upp.
Millum annað varð eitt gott hál gjørt á Countryfestivalinum um vikuskiftið, sigur stovnarin av flokkinum, Hjalmar Zachariassen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald