Innanlands

"Føroyar hava valt" kl. 10 og forfólkaumfar kl. 16

Árni Gregersen og stjórnarlimir taka samanum millum villa úrslitið hjá Sjúrði Skaale og annað fyrrapartin - seinnapartin verður forfólkaumfar til løgtingsvalið. Alt kann hoyrast á FM1 og stroymast á Portalinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-25 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar valdu í gjár Sjúrð Skaale og Annu Falkenberg á fólkating. Bæði fingu eitt kanón val, men serliga Sjúrður Skaale slóð øll met við 10.823 atkvøðum.

Les eisini: Sjúrður sprongdi úrslitatalvuna

Tað er púra óhoyrt og klokkan 10 verður hetta eisini viðgjørt í sendingini "Føroyar hava valt" á FM1, har Árni Gregersen er vertur. Hann fær vitjan av nøkrum av limunum í "Stjórnini - politikkur á skák", sum taka samanum og eisini hyggja frameftir.

Seinnapartin seta vit veruliga sjóneykuna á løgtingsvalið, sum verður í morgin. Forfólkaumfarið byrjar klokkan 16, og allir flokkar eru umboðaðir við sínum forfólkum í stóra FM1-rásarúminum

Sendingarnar hoyrast á FM1, men vera eisini stroymdar við video her á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder