
Edmund Joensen sendi herfyri ein §20-spurning til ráðharra í norðurlendskum samstarvi, Flemming Møller Mortensen, har hann spurdi ráðharran, um hann stuðlar føroyska ynskinum um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Ráðharrin vísir á í svarinum, sum nú er komið, at danska stjórnin stuðlar eini menning av einum styrktum føroyskum leikluti í arbeiðnum, og at stjórnin letur upp fyri einum størri rásarúmi hjá føroyingum í Norðurlandaráðnum. Føroyski leikluturin í Norðurlandaráðnum skal virka innan fyri núverandi karmarnar, vísir ráðharrin á.
- Tað sigur seg sjálvt, at ein og hvør avgerð um altjóða føroyskan limaskap skal takast innan fyri rammurnar av okkara felags grundlóg, og vit halda, at hyggjast skal at Helsingfors-avtaluni, sum er nuverandi karmur um norðurlendska samstarvið. Ein loysn eigur at verða funnin hesum viðvíkjandi, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.
Edmund Joensen vísir á, at umframt stabilitet, eina rødd í norðurlendskum høpi og eitt ment samstarv, hevur Norðurlandaráðið givið Føroyum nógv - serliga á mentanarøkinum har vit millum annað fingu Norðurlandahusið í síni tíð.
Eitt næsta stig hjá føroyingum eigur tí at vera at byrja at gjalda fyri okkara egnu umboðan.
- Tíðin er komin til at gjalda fyri okkara egnu umboðan, og á tann hátt vísa álvaran til ynskið um fullgildan limaskap og okkara vilja til arbeiðið í Norðurlandaráðnum, samstundis sum vit gleðast um, at danska stjórnin letur upp fyri størri rásarúmi, og stuðlar eini menning av tí føroyska leiklutinum í hesum samstarvi, sigur hann.
Helsingfors-avtalan myndar rammurnar fyri norðurlendska samstarvið, og hon varð gjørd í 1962. Avtalan er fleiri ferðir broytt síðani tá, seinast í 1996.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald