Innanlands

Føroyar ikki í sama vanda fyri russisku krígshóttanum

Russland fer at halda Føroyar og Grønland uttan fyri fyri ikki at øsa amerikanarar, metir FET

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2025-02-11 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar og Grønland eru ikki í eins stórum vanda at enda í kríggi móti Russlandi, sum Danmark og onnur lond á evropeiska meginlandinum eru.

Hetta er ein av niðurstøðuni hjá Forsvarets Efterretningstjeneste, FE, sum í dag hevur kunngjørt eina hóttanarmeting, sum sigur at vandi er fyri at Russland fer at gera seg hernaðarliga inn á onnur lond í Evropa.

FE tekur útgangsstøði í einum scenario, har kríggið í Ukraina støðgar, ella at núverandi støða í Ukraina verður fastfryst.

So fær Russland møguleika til at leysgeva hernaðarmegi til at fara undir hernaðarligar atgerðir í øðrum grannalondum. Innan fyri eitt styttri áramál verður mett, at vandi er fyri, at okkurt grannaland hjá Russlandi, sum er limur í Nato, kann verða útsett fyri einum russiskum álopi, og seinni eisini onnur lond í Vesturevropa.

Fortreytirnar fyri hesi metingini hjá Forsvarets Efterretningstjeneste er, at Nato-londini ikki dubba seg hernaðarliga á sama støði, sum Russland ger, og at USA í komandi árum ikki fer at blanda seg upp í krígshóttanir í Evropa.

Men váðametingin fyri Grønland og Føroyar eru øðrvísi.

Vandin fyri hernaðarligum russiskum atgerðum her er nógv minni, tí Russland er ikki sinnað at øsa USA, skrivar dr.dk.

Metingin viðvíkjandi Grønlandi og Føroyum ljóðar orðarætt soleiðis á upprunamálinum:

Truslen om et regulært militært angreb mod Grønland og Færøerne adskiller sig fra truslen mod Danmark, da Rusland med stor sandsynlighed ser Grønland og Færøerne i en nordamerikansk kontekst. Det betyder, at Rusland ikke nødvendigvis vil inddrage Grønland og Færøerne i en europæisk konflikt, og at landets strategiske interesse i området er mere knyttet til dets forhold til USA end til Europa. Rusland vil sandsynligvis være opmærksom på, at en konflikt med USA ville have langt større konsekvenser end en konflikt med et enkelt eller flere europæiske lande.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder