Innanlands

Føroyar á kortið hjá Starlink

Nú ber til hjá føroyingum at bíleggja sær internet frá Elon Musk

2025-05-21 23:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Loyvini frá Fjarskiftiseftirlitinum komu uppá pláss herfyri, og í dag eru Føroyar komnar á kortið hjá Starlink.

Tað merkir, at felagið hjá Elon Musk kann veita føroyingum internet.

Starlink er ein verkætlan hjá SpaceX og hevur 7000 smáar fylgisveinar lágt í ringrás um jørðina.

Bíligasta haldið hjá Starlink kostar 480 krónur um mánaðin, men ein móttakari skal eisini til. Tann bíligasti kostar 2200 krónur.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder