Í morgun varð avtala undirskrivað millum Føroyar og Katalonia um samstarv innan talgilda økið.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, skrivaði undir vegna Føroyar, og fyri Katalonia var tað Jordi Puigneró, katalanskur ráðharri fyri talgilding og almenna umsiting.
Señor Pugneró kom til Føroya hóskvøldið og fer avstað aftur seinni í dag.
Á føroyavitjanini hevur katalanska ferðaliðið kunnað seg um føroysk viðurskifti, serliga á tí talgilda økinum. Eftir undirskrivingina í Tinganesi í morgun, gekk leiðin út í Sjóvinnuhúsið á vestarubryggju, at vitja íverksetaraumhvørvið har úti.
Hóast Føroyar og Katalonia eru ójøvn bæði í stødd og fólkatali, so eru teir báðir ráðharrarnir sannførdir um, at avtalan kann vera til gagns fyri báðar partar.
Jordi Pugneró gjørdi greitt, at tað serliga er innan kt-trygd og samleiðaprógv, at Katalonia er áhugað í at læra av føroyskum royndum, men eisini tær royndir, sum Føroyar gera innan 5G net og sum royndarland á økjum, har avmarkaða støddin ger okkum til vælegnað royndarøki.
Hinvegin er Katalonia frammarlaga á fleiri økjum, sum Føroyar kunnu læra av, eitt nú innan økið, tey kallað Smart Cityt. Pugneró vísir á, at Barcelona verður mettur at vera heimsins næstfremsti býur eftir Singapore, tá tað kemur til at menna talgildar loysnir. Barcelona er eisini vertsbýur fyri heimsráðstevnuni fyri Smart Cities.
Katalonia hevur fyrr gjørt líknandi kt-avtalur við aðrar landspartar, eitt nú Kalifornia í USA, Quebec í Kanada og Flander í Belgia.
- Katalonia er ikki eitt land, og tí hava vit í løtuni bara møguleika at gera avtalur við landslutir, staðfesti Jordi Pugneró, sum tó vísir á, at Katalonia hevur fult lóggávu vald á tí talgilda økinum í Katalonia.
Við í katalanska ferðalagnum var eisini stjórin í SmartCatalona, aðalstjórin í stjórnarráðnum fyri talgilding og almenna fyrisiting og stjórin í ICT, sum er almenna kt-felagið í Katalonia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald