Í eini 25 minuttir var streymurin í upptøkuhølunum hjá TV2 í Brøndby, har X Factor verður tikið upp, burtur og hyggjararnir máttu halda sjónvarpsrásini til góðar.
Hetta var nakað inni í sendingini, men tá høvdu hvørki Tina Mellemgaard ella Kári Fossdalsá verið palli. Tey vóru síðstu luttakararnir á palli.
Og Føroyar setti veruliga dám á X Factor. Tað er ikki at siga ov nógv.
Í framførsluni hjá Kára Fossdalsá av Toftum vóru myndir á bakskíggjanum úr øllum Føroyum. Alt frá Gásadali, Tjørnuvík og til Saksun var at síggja á skíggjanum.
Hjá Tinu Mellemgaard var eingin mynd av føroyskari náttúru aty síggja, men hinvegin nevndi hon Føroyar eins og at dómarin Kwamie Liv heldur ikki kundi lata vera við at tosa um Føroyar.
Thomas Blachman segði sum var, at hetta gjørdist ov nógv ein ferðaskrivstova.
Men tað tók ikki góða lagið frá nógvu føroyingunum á áskoðaraplássunum, sum føroysku luttakrarnir hava bjóðað. Har manglaðu í øllum førum ikki føroysk fløgg.
Nú verður atkvøtt, og um eina løtu verður avgjørt hvør skal sleppa víðari til næsta liveshow.
Til ber hjá føroyingum at atkvøða í X Factor við at senda sms til 1234.
Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234
Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald