Simon Kvamm fer at sita við dómaraborðið saman við Thomas Blachman og Kwamie Liv í X Factor.
Hann fer at sita í stólinum, sum Martin Jensen seinastu tvey árini hevur sitið í. Hesum boðar TV2 frá í dag.
Simon Kvamm, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Mynd: TV2)
Simon Kvamm kom veruliga fram sum tónleikari í 2004 við bólkinum Nephew, og hevur eisini gjørt undirhald við “Drengene fra Angora”.
Simon Kvamm hevur røtur úr Føroyum og seinastu árini vitjað nógv í Føroyum. Á konsertum hevur hann ofta sagt “Abbi mín var gøtumaður”. So seint sum í summar var hann á Voxbotn við bólkinum Hugorm.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Síðani X Factor byrjaði í Danmark hava nógvir føroyingar luttikið. Linda Andrews vann tónleikakappingina í 2009, og síðani hava fleiri føroyingar verið nær við. Í fjør vóru ikki færri enn tveir føroyskir luttakarar, og báðir vóru í finaluni. Kári Fossdalsá av Toftum fekk eitt annaðpláss og Tina Mellemgaard bleiv nummar trý.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald