Innanlands

Føroyingar fáa nú møguleikan at ávirka nýggja ferðavinnuætlan

Visit Faroe Islands er farið undir arbeiði at orða nýggja langtíðarætlan fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030 og bjóðar øllum føroyingum at taka lut í tilgongdini

– Endamálið við hesum er at fáa eitt so gott grundarlag undir okkara nýggju framtíðarætlan sum gjørligt, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

– Endamálið við hesum er at fáa eitt so gott grundarlag undir okkara nýggju framtíðarætlan sum gjørligt, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-09 17:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Visit Faroe Islands er farið undir arbeiði at orða nýggja langtíðarætlan fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030 – og bjóðar øllum føroyingum at taka lut í tilgongdini.

Ein burðardygg ferðavinna snýr seg m.a. um at finna eina javnvág millum trivnaðin hjá teimum lokalu, at okkara náttúra verður vard, at ferðavinnan er búskaparliga haldfør og at ferðafólkini fáa eina góða uppliving í Føroyum. Slík javnvág verður bara funnin við eini opnari og almennari samrøðu um, hvat tað er vit vilja við ferðavinnuni í Føroyum, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.

Umframt at hava fundir og verkstovur við eitt breitt úrval av føroyingum frá øllum heraðshornum, heitir Visit Faroe Islands nú á føroyingar um at siga sína hugsan um ferðavinnuna.

– Endamálið við hesum er at fáa eitt so gott grundarlag undir okkara nýggju framtíðarætlan sum gjørligt, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

– Vit vilja øll hava eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu. Tað krevur at vit øll, alt samfelagið, tekur ábyrgd fyri uppgávuni og at vit megna at samstarva um góðu loysnirnar, tí hetta er avgjørt ikki ein uppgáva sum vit á Visit Faroe Islands kunnu loysa einsamøll. Tað sum er avgerandi fyri framtíðar ferðavinnumenning er, at vit eru so samd sum møguligt um, hvønn veg vit skulu fara. Og tað byrjar við eini opnari, konstruktivari samrøðu, sum vit nú royna at seta í meiri skipaðar karmar. 

Visit Faroe Islands heitir á allar føroyingar um at geva sína meining um ferðavinnuna til kennar umvegis heimasíðu teirra.

Til ber at siga sína hugan um møguligar avbjóðingar, lokalar ella landsfevnandi, ella viðurskifti, sum eiga at verða øðrvísi. Eisini ber til at vísa á jalig viðurskifti, møguleikar og/ella upplivingar, sum ein kundi hugsað sær fleiri av. Serliga viðkomandi er at vísa á loysnir ella konstruktiv hugskot ið kunnu tryggja eina góða og burðardygga ferðavinnu fram móti 2030, skrivar Visit Faroe Islands.

Til ber at geva sína meining til kennar her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder