2020-01-14 22:11
Í 2019 vóru 678 børn fødd í Føroyum, fimtan fleiri dreingir enn gentur.
Men á føðideildini á Landssjúkrahúsinum er ofta nógv at gera í september mánað. Tað søgdu Beinta Dahl Olsen og Ingun Gaardbo, sum starvast á føðideildini, við Góðan morgun Føroyar í morgun.
- Eftirhondini haldi eg tað er nokkso javnt, men vit hava nakrir mánaðir. Øgiliga ofta hevur tað verið nógv at gjørt í september og fyrr segði man, at í apríl mai vóru nógv børn - ólavsøkubørnini.
- Men vit hava millum 40 og 70 føðingar um mánaðin, søgdu tær báðar við Góðan morgun Føroyar.
Miðalvektin í fjør var 3700 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald