Tá X Factor live fer av bakkastokki á TV2 í kvøld klokkan 19 føroyska tíð, verður tað við tveimum føroyskum luttakarum fyri fyrstu ferð.
Føroyingar eru vanliga raskir at atkvøða bara luttakarar hava familju í Føroyum, men hesaferð er altso talan um toftamannin Kára Fossdalsá og hoyvíkingin Tinu Mellemgaard.
Tina Mellemgaard og Kwamie Liv (Mynd: TV2)
Føroya Tele og Nema boða frá, at tað ber til hjá føroyingum at atkvøða við senda sms til 1234 eins og tað fer at standa á skíggjanum.
Tað sum ein skal hugsa um, er at fylla sær pening á sína “Ver-kontu” ella á “Mítt Nema”.
Portalurin verður til staðar til X Factor showið í kvøld fyri at fylgja við hvussu tað gongur føroysku luttakarunum og gera samrøður aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald