Landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum, Hanna Jensen, undirskrivaði í seinastu viku umsókn um at føroyingar gerast limir í altjóða felagsskapinum WorldSkills Europe. Limaskapur okkara verður umboðaður gjøgnum Føroya Handverksmeistarafelag, ið hevur tikið stig til at søkja um limaskap í hesum altjóða felagsskapi.
WorldSkills Europe er altjóða áhugafelagsskapur, sum hevur til endamáls at styrkja og vekja áhugan fyri dygdargóðum handverki og yrkisútbúgvingum á høgum førleikastigi.
Felagsskapurin virkar fyri at økja medvitið um týdningin av fakligum kunnleika og førleika, og fyri yrkisútbúgving á høgum dygdarstigi á evropeiskari grund.
Endamálið er, við faklærdum úrmælingum, at gera heimin betri, og á tann hátt vísa á virðið á teirra førleikum, og samstundis økja um og styrkja fakligu viðurkenningina.
WorldSkills Europe leggur dent á at framsýna og fremja evropeiskar førleikar og yrkisútbúgvingar. Í tí sambandi verður annaðhvørt ár skipað fyri EuroSkills-kapping, sum er evropeiska meistaraskapið fyri ung úrvalsfakfólk, at kappast um at gerast evropameistari á sínum fakøki.
Kappingin er bygd soleiðis upp, at limalond skipa fyri nationalum kappingum, har vinnarar síðani kappast víðari við onnur limalond í WorldSkills Europe.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá WorldSkills Europe.
FM fyri handverkslærlingar
Herfyri var, eins og í 2017, skipað fyri føroyameistaraskapi í handverki millum nøkur av okkara føroysku handverksfakum. Í ár varð kappast í trimum yrkisgreinum – elektrikarayrkinum, timburyrkinum og hárfríðkanaryrkinum. Kappingin varð hildin á torginum í SMS og vardi í tveir dagar. Í Føroyum eru vit í ferð við at byggja kappingina upp, og tá hon er komin í fasta legu, kann hugsast, at vinnararnir í FM í handverki fara víðari út í Europa at kappast, um so er, at Føroyar fáa limaskap í WroldSkills Europe.
Tað eru Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommuna, sum skipa fyri FM fyri handverkslærlingar.
Vinnararnir í 2019 kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald