Føroyingar tykjast at hava tikið væl ímóti nýggju rutuflúgvingini hjá Atlantic Airways. Tað var fullur flúgvari tá fyrsti flúgvarin fór úr Vágunum móti Paris.
Ferðaskrivstovurnar hava merkt stóra áhugan fyri flúgvingini. Nógvir føroyingar hava bílagt sær feriu antin í Paris ella á ferðamáli, har ferðast verður um Charles de Gaulle flogvøllin í Paris.
Eitt av ferðamálunum, sum ferðaskrivstovurnar hava selt nógvar ferðir til, er Disneyland Paris. Men úr Chales de Gaulle eru eisini góðir møguleikar at ferðast víðari til spansku og griksku oyggjarnar, ella longur eystureftir til Asia
Ferðirnar, sum ferðaskrivstovurnar hava selt, venda sær bæði til pør, sum ynskja sær ein romantiskan túr til Paris, og til familjur, sum ynskja sær ein túr burtur frá vanliga dagligdegnum.
Umboð fyri føroysku ferðaskrivstovurnar fortelja, at nógvar ferðir eru seldar til pør, sum ynskja sær ein romantiskan túr inn í Paris. Men eisini eru fleiri ferðir seldar til familjur, sum ynskja at hugna sær saman, eitt nú við at vitja Disneyland Paris.
Ferðaskrivstovurnar siga eisini, at tað verður spennandi at síggja, um tað fer bera til at Paris verður eitt “millumlið” á tann hátt, at føroyingar brúka Charles de Gaulle flogvøllin, til at flúgva víðari til onnur ferðamál. Tað kann hugsast, at nýggj ferðamál gerast betri umtókt, nú betri møguleikar eru til at flúgva har til.
Ferðaskrivstovurnar leggja eisini afturat, at samanborið við at flúgva úr Keypmannahavn, eru prísirnir at flúgva til Paris sera kappingarførir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald