Næstan tríggir fjórðingar av føroysku veljarunum halda, at medisinskt kannabis skal verða loyvt.
Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.
Upp á spurningin ”Heldur tú, at medisinskt kannabis eigur at verða loyvt?” svaraðu 72,5 prosent av veljarunum ja, meðan 10,4 prosent søgdu nei og 17,1 prosent svaraðu ”veit ikki”.
Kanningin vísir eisini, at tað eru allir aldursbólkar og bæði kyn, sum taka undir við spurninginum.
Nakað fleiri menn enn kvinnur søgdu ja, 75,4 prosent móti 69,2.
Av aldursbólkunum eru tey 30-44 ára gomlu mest jalig, 80,8 prosent eru fyri, meðan tey elstu eru meira ivasom.
Tá hugt verður eftir hvønn flokk fólkini í kanningini ætla sær at velja, so er meiriluti millum veljararnar í øllum flokkum uttan einum.
Hóast tað júst er formaðurin í Miðflokkinum, sum á løgtingi hevur gingið á odda at gera almenningin varugan við trupulleikan av, at medisinskt kannabis ikki er atgeingiligt í Føroyum, so er undirtøkan fyri kannabis minst júst í Miðflokkinum. Her vóru tað ’bert’ 47,8 prosent, sum søgdu ja til spurningin og 33,3 prosent, sum søgdu nei.
Kanningin vísir, at núverandi samgonguflokkarnir eru munandi meira jaligir mótvegis kannabis, enn verandi andstøðuflokkarnir eru.
Mest jaligir eru tó veljararnir, sum siga seg fara at atkvøða fyri nýggja flokkinum, sum kallar seg Framtakið fyri kannabis. 100 prosent av teimum siga ja til spurningin.
Ein heilt annar spurningur er so um hesin vælviljin fyri medisinskum kannabis kann fáa ávirkan á sjálvt komandi løgtingsval.
Tað avdúka vit seinni út á fyrrapartin, tá vit siga frá, hvat nýggja veljarakanningin sigur um hvussu løgtingið verður mannað um val hevði verið í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald