Mentan

Føroyingur skrivað bók um tráfylging

Eydis í Dali var tráfylgd í 18 mánaðir. Nú hevur hon skrivað bók um evnið.

Mynd: Facebook/Eydis Dali

Mynd: Facebook/Eydis Dali

2018-08-02 20:00 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Føroyska kvinnan, Eydis Dali, hevur givið nýggja bók út um tráfylging. Tað skrivar R7 á siga heimasíðu síni. 

Bókin er á donskum og eitur "Stop Stalking". Hon greiðir frá um egnu royndirnar hjá rithøvundanum. 

Eydis Dali segði í samrøðu við ALT.DK fyrr í vikuni, at hon varð tráfylgd av einum manni, sum hon hevið havt eitt romantiskt samband við. Tá hon eftir tríggjar mánaðir endaði sambandið, byrjaði hann at forfylgja henni. Hann sendi henni og ymiskum fólki í hennara vinaskarða boð umvegis fartelefon. 

- Ymisk fólk í mínum trygdarneti settu seg í samband við meg og søgdu mær frá, at hann ringdi og skrivaði til tey og spurdi, hvat hann skuldi gera fyri at fáa meg aftur, greiðir Eydis millum annað frá. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder