Østrøm víðkar um virksemið nú ovara hæddin, sum fyrr hevur verið útleigað til ymisk tiltøk, gerst partur av handlinum við føroyskari sniðgávu.
Dagførdu hølini fara at rúma einum fjølbroyttum úrvali av føroyskari klædnasniðgávu. Føroysku klædnamerkini eru Durita Thomsen, Einstakt, Elisa Heinesen, Klevang, Rebekka á Fjallinum, og Steinum Men.
Týsdagin kl 16.00 bjóðar Østrøm øllum vitjandi okkurt leskandi og lættari ábit. Knút Háberg Eysturstein diskar, og eisini verður skipað fyri einari Instagram kapping við spennandi vinningum.
– Korona støðan hevur havt stóra ávirkan á okkara virksemi, men vit hava brúkt stillu tíðina til at menna nýggja konseptið, ið nú gerst veruleiki. Vit vóna, at føroyingar taka líka væl ímóti nýggja handlinum, sum teir gjørdu, tá vit fyrstu ferð lótu dyrnar upp fyri níggju árum síðani, sigur Hans Juul Hansen, ið eigur Østrøm handilin.
Hjá Østrøm fæst føroysk sniðgáva frá umleið 30 ymiskum sniðgevum. Betraðu umstøðurnar geva pláss fyri enn fleiri føroyskum sniðgevum og tað fer at merkjast komandi tíðina.
Í samband við dagføringina er handilin stongdur mánadagin 1. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald