2022-04-12 09:36
Skírisdag kl. 14 verður páskagudstænasta í Aalborg Klosterkirke, Klosterjordet 5, sum er kirkjan hjá føroysku samkomuni í Aalborg.
Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, prædikar. Organistur er Erling A. Thomsen, dómorganistur, forsangarar eru Annika Jensen og Eyðstein Borgerdal og deknur er Sonja á Argjaboða. “Kórið hjá Jóhan” verður við til gudstænastuna.
Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur við heimabakaðum køkum at fáa í Folkekirkens Hus, sum liggur beint við síðuna av kirkjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald