![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
1. mars verður danska Melodi Grand Prix kappingin hildin, og í ár er tað aftur við føroyskari luttøku.
Danmarks Radio hevur í dag kunngjørt teir átta sangirnar, sum eru úttiknir til kappingina, og millum sangararnar, sum skulu framføra, er føroyska sangarinnan Jóhanna Norðberg Niclasen, sum nú roynir seg sum sangari í Danmark undir listafólkanavninum Sissal.
Sissal skal syngja sangin ‘Hallucination’ sum seks sangskrivarar hava verið saman um at skriva: Malthe Johansen, Chris Rohde-Frisk, Line Spangsberg, Marcus Winther-John, Linnea Deb og Melanie Wehbe.
DR lýsir Sissal sum eina kvinnu, sum útstrálar power og og sjálvsálit. Hon hevur ofta fingið at vita, at hon fyllir ov nógv, men hon hevur lært at brúka tað sum eina styrki. Sissal er mamma og hóast hon ofta møtir fórdómum um, at hennara karriera sum poppsangari átti at verið av nú, so sýtir hon fyri at gera tað. Sissal vil vera eitt dømi um, at kvinnur kunnu skapa tónleik og hava viðgongd hóast tær hava fingið børn – nakað, ið spurnartekn ikki verður sett við hjá mannfólki.
Sjálv sigur Sissal, at hon elskar Melodi Grand Prix og Eurovision. Fyri hana snýr tað seg um at eggja onnur til at vera ektað.
- Eg vóni, at fólk kunnu spegla sær í mínum tónleiki og mínum persóni. Eg vil vísa, at tað ber til at vera lekkur og sunn hóast ein ikki er tunn, og so mæli eg øllum til at standa við seg sjálvan og sínar dreymar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald