28 ára gamla Asta Danielsen úr Hoyvík er ein av teimum, sum kappast um at gerast Miss Danmark.
Tað kom fram herfyri tá tær 30, sum kappast um heitið og møguleikan at umboða Danmark í altjóða "Miss" kappingum, blivu kunngjørdar.
Asta Danielsen lesur í altjóða samskifti og mál í Aalborg.
(Mynd: Miss Danmark)
Um 168 centimetrar høgu hoyvíkskvinnuna verður sagt, at hon er lívsglað og framsøkin. Hon er vaksin upp í Føroyum, men hevur síðani búð í fleiri londum.
Spurd um, hvat hon ynskir at brúka Miss Danmark pallin til, sigur Asta, at hon vil geva íblástur til onnur.
- Eg eri ikki vanliga ein, man setur í samband við vakurleikakappingar, og tí ynski eg at bjóða hesum hugsunarháttinum av, og virka sum fyrimynd fyri aðrar kvinnur, sigur Asta Danielsen.
(Mynd: Asta Danielsen / Instagram)
Finalan verður sunnudagin 1. september í Cirkusbygninginum í Keypmannahavn. Til ber at atkvøða til 18. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald