Uttanlands

Føroysk ungdómsgudstænasta í Hans Egedes kirke

8.september verður føroysk ungdómsgudstænasta í Hans Egedes kirke í Keypmannahavn

2024-09-01 11:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein nýggj byrjan er yvirskriftin á føroyskari ungdómsguðstænastu, sum verður í Hans Egedes kirke í Keypmannahavn 8.september kl. 16.

Skúlaárið er nú aftur farið í gongd og nógv ung føroysk lesandi eru í Keypmannahavnarøkinum. Guðstænastan vendir sær til lesandi og onnur ung.

Tað er studentapresturin í Føroyum, Ann Hermannsdóttir, sum hevur guðstænastuna. Ann hevur samtalur við ung í ymiskum støðum og brúkar sín kunnleika, tá hon fyrireikar seg til ungdómsguðstænastur.

Tónleikurin fer at vera meira rútmiskur, enn vit kenna frá vanligum guðstænstum. Ljóðførini eru klaver og kontrabassur og ungdómar sum hava lisið, ella eru undir lesnaði í Keypmannahavn, syngja. Aftaná eru ein hugnaløta vid drekkamunni í kirkjusalinum.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder