Av øllum teim 36.500 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.500 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru um 5.000. Sostatt er vinnutíttleikin stívliga 86%, roknað fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 88% og hjá kvinnum nærum eins stórur við 84%.
Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum, t.v.s. arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, tann størsti í Europa, við Íslandi tætt aftanfyri, skrivar Hagstova Føroya.
Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør.
Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.
Í talvuni niðanfyri sæst arbeiðsfjøldin í sýslunum kring landið. Streymoyar sýsla er tó býtt sundur í tvey, Norðstreym og Suðurstreym. Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er hon eins stór í Norðstreymi, Eysturoy og Suðurstreymi við knappliga 88%.
Síðan koma Norðoya og Vága sýslur, har vinnutíttleikin er um 85%, og minstur er hann í Sandoyar og Suðuroyar sýslum við ávikavist 82 og 79%.
Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Norðstreymi við stívliga 92% og minstur í Suðuroy við knappliga 81%.
Hjá kvinnum er hann hægstur í Eysturoy og Suðurstreymi við knappliga 86%, og lægstur í Sandoyar og Suðuroyar sýslum við 78%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald