Mentan

Føroyska dansivirkið RIVA í Taivan

Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting eru á altjóða dansitilhaldi har dansað verður frá morgni til myrkurs

2025-01-23 09:49 Author image
Innsent
placeholder

Í hesum døgum umboða Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting føroyska dansivirkið RIVA til eitt altjóða dansitilhald í Taivan. Dansitilhaldið, ið verður hildið fyri fimtu ferð, er fyriskipað av Seed Dance Company úr Taivan og altjóða Ehrstrand Dance Collective. Hetta er triðja árið, at RIVA luttekur.

Seinastu vikuna hava 10-15 altjóða dansarar úr Ehrstrand Dance Collective verið saman í Yanpu Township í suður Taivan. Frá klokkan 9 um morgunin til 21 um kvøldið, verður undirvíst, dansað og nýggj verk koreograferað saman við yvir 30 lokalum yrkisdansarum og dansinæmingum úr Taivan.

Endabresturin er sýningar yvir tveir dagar. Seed Dance Company skipar fyri einari innandura sýning í einari black-box, umframt at seta upp bæði ein uttandura pall og staðbundnar framførslur – tað vil siga, at luttakandi dansararnir fara til úrvald støð og skapa verk á staðnum. Her kunnu m.a. nevnast spælipláss, tempul og kvøldmarknaður.

Tað heilt serliga við sýningunum uttandura er, at aðrir dansarar úr Taivan, ið ikki neyðturviliga eru tengdir at dansitilhaldinum, eisini koma til Yanpu Township at framføra. Harumframt verða smærri sølubásar settir upp í døgunum tá útisýningarnar eru, har tey m.a. selja matvørur og vørur úr nærumhvørvinum annars.

Sostatt gerst dansitilhaldið nærum til eitt slag av festivali har børn, ung og vaksin hugna sær við dansi, tónleiki, mati o.ø. í tveir dagar.

Í ár luttaka 10 altjóða dansarar úr Týsklandi, Fraklandi, Sveis, Italia, Niðurlondum, Japan, Svøríki, Grikkalandi, umframt tey tvey umboðini frá Føroyum. Vár og Rannvá hava í hesum umfarinum undirvíst í “partnering”, Rannvá hevur undirvíst í samtíðardansi/floorwork, og báðar eru við til at skapa eitt verk saman við svensku Julia Ehrstrand (leiðari av Ehrstrand Dance Collective).

Harumframt framføra tær eisini í fleiri verkum skapað av øðrum koreografum. Í høvuðsheitum verður arbeitt við samtíðardansi til dansitilhaldið, men allur dansur kann umboðast – nevnast kann m.a. jazz, írskur steppdansur og taivanskur fólkadansur. Sýningarnar verða 23. og 25. januar 2025. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder