International Chamber of Shipping (ICS), har Reiðarafelagið fyri Handilsskip eisini er limur, hevur júst kunngjørt teirra nýggjastu talvu yvir, hvussu altjóða skipaskrásetingarnar um allan heimin klára seg.
Eins og seinast er føroyska altjóða skipaskráin, FAS, millum tey, sum klára seg best, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum. Talvan er bygd upp við grønum og reyðum puntum, har teir grønu vísa positivar avriksindikatorar og teir reyðu negativar avriksindikatorar. Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast um, at føroyska flaggið aftur hesuferð einans hevur grønar avriksindiktorar á øllum økjum.
Henda árliga dagføring, sum eisini verður stuðlað av Asian Shipowners’ Association (ASA) og the European Community Shipowners’ Associations (ECSA), gevur ábendingar um, hvussu hvørt einstakt flagg klárar seg við at nýta alment atkomuligar upplýsingar.
Til ber at síggja sjálva talvuna og kunning um, hvussu hon er gjørd, her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald