Uttanlands

Føroyska Tjaldur víðkar um virksemið í Norra

Astrup-familjan í Noregi, sum m.a. eigur felagið Pactum, hevur saman við nøkrum kendum íleggjarum, teirra millum føroyska Tjaldur, stovnað íløgufelagið Pactum Capital við einari milliard norskum krónum í byrjunarkapitali

Rúni M. Hansen, stjóri í Tjaldur (Mynd: Anders Furuset, Dagens Næringsliv)

Rúni M. Hansen, stjóri í Tjaldur (Mynd: Anders Furuset, Dagens Næringsliv)

2025-06-30 21:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Millum høvuðsíleggjararnar er føroyska felagið Tjaldur. Rúni M. Hansen, nevndarformaður í P/F Tjaldur, váttar fyri norska blaðnum Dagens Næringsliv, at Tjaldur er við í felagnum. Hann sigur við blaðið, at Tjaldur heldur hetta verða eina spennandi langtíðaríløgu, sum verður gjørd saman við dugnaligum fólkum.

Ein annar íleggari er Torkell Eide, sum í nógv ár starvaðist hjá íløgufelagnum Ako Capital, har hann varð roknaður sum “høgra hond” hjá Nicolai Tangen, núverandi stjóra fyri norska Oljufondinum.

Torkell Eide arbeiddi í London í nógv ár hjá Ako Capital, men skifti lívsleið, eftir nøkur framúr góð ár í London. Hann flutti til Dale í Rogaland, og keypti ein bóndagarð, sum hann nú sjálvur rekur. Har arbeiðir hann við avli av wagyu-oksum.

Hann hevur sagt í øðrum viðtalum við Dagens Næringsliv, at hann ynskti at skifta lívsleið, tí hann vildi hava meira tíð til familjuna, flyta til eitt minni stað, og gera okkurt heilt annað. Hann er eisini kendur sum rithøvundur av bókini “Quality Investment - Owning the Best Company for The Long Term”.

Espen Marcussen, stjóri í Pactum Capital, sigur, at strategiin hjá felagnum er langtíðarhugsan, og at fokusera á norðurlendsk feløg, sum hava førleikan at skapa gott avkast yvir tíð.

Í nevndini í Pactum Capital eru Kine Burøy-Olsen, Rúni M. Hansen og Torkell Eide.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder