Innanlands

Føroyskar KT-skipanir væl umtóktar í Grønlandi

Intra hevur seinastu árini selt nógvar skipanir uttanlands, og hevur selt til Grønlands, men eisini í Danmark

2023-02-01 22:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Intra hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at selja teirra skipanir uttanlands. Tey hava serliga selt nógv til Grønlands, men hava eisini fleiri danskar fyritøkur, sum brúka teirra skipanir.

Í fjør mentu Intra eina barnagarðsskipan, sum 12 kommunur í Føroyum hava keypt til heili 29 ymsar stovnar. Nú hevur næststørsta kommunan í Grønlandi, Avannata kommuna, keypt tíggju loysnir til barnagarðarnar í býnum Ilulissaat. Tey keyptu fyrr í ár loysnina til ein barnagarð, men av tí at royndirnar við henni vóru so góðar, keyptu tey nú níggju loysnir afturat.

Nógv fleiri kommunur hava eisini víst føroysku skipanini ans – bæði innan- og uttanlands.

Á Intra fegnast tey um, at tey kunnu vera við til at útflyta KT-skipanir, tá hetta hevur verið nakað sum fleiri samgongur á rað hava arbeitt fyri og ynskt. Tey takka eisini øllum teimum føroysku kundunum, sum bæði eru við til at gjalda fyri menningina og royndarkoyra skipanirnar, tí uttan at hava ein føroyskan kundaskara fyrst, so er nær um ómøguligt at kunna koma hertil at kunna selja KT-skipanir av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder