Metingin endurspeglar millum annað eina skilagóða fíggjarliga stýring, skrivar Moody’s í frágreiðingini.
Støðuga og søguliga sambandi við Danmark, sum hevur kredittmetingina Aaa við støðugum útlitum, er gott fyri føroyska kredittvirðið.
Føroyski búskapurin er sera bundin av høvuðsvinnuni, fiskiskapi, og tað er ein vansi. Men hetta verður uppvigað av, at fylgt verður við, hvussu fiskastovnarnir hava tað og royndunum hjá vinnu og myndugleikum at fáa breiðari marknaðaratgongd.
At Føroyar hava eitt høgt minstagjaldføri sambært lóg – 15 prosent av BTÚ – styrkir um kredittmetingina, stendur í frágreiðingini. Minstagjaldførið avmarkar tørvin á endurfígging, um ein kreppa skuldi rakt, skrivar Landsbanki Føroya.
Samanumtikið er tað ein fyrimunur fyri føroyska kredittvirðið, at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði, at Føroyar hava sterkt samband við danska statin, at Føroyar hava yvirskot á fíggjarlógini, og at Føroyar hava eitt høgt minstagjaldføri sambært lóg.
Vansarnir eru hinvegin, at Føroyar eru bundnar av fiskivinnu og alivinnu, at Føroyar hava eina nakað høga skuld og at skuldin er stuttfreistað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald