Í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór. Tað skrivar Hagstova Føroya út frá nýggjastu uppgerðini um arbeiðsfjøld.
Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Europa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat.
Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar og Ísland langt fremst við einum vinnutíttleika ávikavist 86% og 83%. Síðan er eitt lop niður til Sveits við 76% og Svøríki við 74. Noreg, Týskland, Danmark og Bretland og Eysturríki liggja um 70-71%.
Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 57%.
Hjá monnum eru Føroyar á odda við 88% og síðani Ísland við 86%. Og av tí at føroysku kvinnurnar við 84% eru væl framman fyri Ísland við 79%, verður samanlagda úrslitið, at Føroyar samanlagt fyri bæði kyn eru á 86% og Ísland á 83%.
Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum nógv lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 4%-stig á muni, 7% í Íslandi og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 12%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 77% hjá monnum (fjórð størstur av øllum) men bert 37% hjá kvinnum, ið er nógv minstur av øllum.
Vinnutíttleikin stórur frá teim yngstu til tey elstu
Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu í hesum báðum londum eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út um pensjónsaldur, enn aðrastaðni.
Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu um 20-ára aldur uppi á 80% í vinnutíttleika, samanborið við 55% í Danmark og um 20% í ES-londunum sum heild.
Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Og tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar og Ísland í serstøðu við einum vinnutíttleika oman fyri 50%, meðan hann er langt niðanfyri alla aðra staðni – heilt niðri á 10% í Danmark og ES-londunum sum heild.
Eisini skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr, har tær í aldursbólkunum frá 35 árum og allan vegin fram eru langt oman fyri kvinnurnar í hinum londunum í vinnutíttleika, t.d. við umleið 50% í aldursbólkinum 65-74 ár, samanborið við minni enn 10% hjá kvinnum aðrastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald