Mentan

Føroyskir filmar seta dám á Nordatlantiske Filmdage

Stuttfilmarnir frá Geytakvøldinum herfyri verða sýndir í Keypmannahavn í næstum. Eisini nýggi filmurin um Róin Siggertsson og Malmros-filmurin "Barbara" í sambandi við at tað eru liðin 125 ár síðan Jørgen-Franz Jacobsen varð borin í heim

Julia í Gálvalíð á Geytakvøldinum í Norðurlandahúsinum herfyri (Mynd: Finnur Justinussen)

Julia í Gálvalíð á Geytakvøldinum í Norðurlandahúsinum herfyri (Mynd: Finnur Justinussen)

2025-03-05 18:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 6. til 16. mars er Norðuratlantsbryggjan í Keypmannahavn karmur um árliga filmfestivalin "Nordatlantiske Filmdage”. Her verða nakrir av bestu og mest aktuellu føroysku, grønlendsku, íslendsku og sámisku filmunum vístir, og harumframt vitja nøkur filmsfólk, sum koma at tosa um sínar filmar.

Føroyski parturin av filmdøgunum verður skotin í gongd við sjey stuttfilmum, sum í ár vóru tilnevndir Geyta-virðislønina, ið varð handað hin 8. februar í Norðurlandahúsinum í Havn. Og tá hesir filmarnir verða vístir til eitt serligt Geyta-tiltak leygardagin 8. mars, koma tveir av ársins vinnarum framvið at fortelja um sínar filmar – Maria Winther Olsen, sum vann Geytan fyri filmin “Halt um meg og Julia í Kálvalíð, sum vann áskoðaravirðislønina fyri filmin “Faðir mín Faðir. 

Stórur áhugi
Útselt er til Geyta-tiltakið, sum filmdagarnir hava skipað fyri saman við Norðurlandahúsinum, Filmshúsinum og Sendistovu Føroya í Keypmannahavn.

Filmdagarnir hava tí skipað fyri einari eykasýning av stuttfilmunum fríggjadagin 14. mars klokkan 20. 

Har er eisini stórur áhugi fyri nýggja dokumentarfilminum hjá Pætur H. Evensson “Róin – spælimaðurin við heimsins enda, sum verður frumsýndur á Nordatlantiske Filmdage hin 11. mars. Skipað er tí fyri einari eykasýning av filminum sunnudagin 16. mars klokkan 20 á Norðuratlantsbryggjuni.

Sama vikuskiftið verður filmurin vístur í bæði Århus og Aalborg, har filmdagarnir vísa hann í samstarvi við biografarnar Øst for Paradis (Århus) og Biffen í Nordkraft (Aalborg).  

Rammatik
Filmduoin Rammatik, Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre, hevur síðan 2008 gjørt nakrar originalar lista- og dansifilmar, og tær eru harumframt aktuellar í nýggju framsýningini í Norðuratlantsbryggjuni, “Toner i kunst.

Á filmdøgunum verða tær at hitta, tá tær vísa nakrar av filmunum og tosa um teir í einari samrøðu við Maia Elisabeth Sørensen leygardagin 15. marts klokkan 16.45. Tiltakið verður samskipað í samstarvi við dansefilm.dk, og er ein góður møguleiki fyri at uppliva og blíva klókari upp á serstaka og dragandi filmuniversið hjá Rammatik.

125-ára hátíðarhald
At enda hátíðarheldur Nordatlantiske Filmdage 125-ára føðingardagin hjá rithøvundanum Jørgen-Frantz Jacobsen við at vísa filmin Barbara, sum Nils Malmros leikstjóri innleiðir hósdagin 13. mars klokkan 19.30. 

125-ára hátíðarhaldið verður enn einaferð markerað á Norðuratlantsbryggjuni seinni í ár – og ikki bara fyri Jørgen-Frantz Jacobsen, men eisini fyri rithøvundin og listamannin William Heinesen, av tí at báðir vórðu føddir í 1900. Beint nú ber til at uppliva William Heinesen til framsýningina “Toner i kunst, og Jørgen-Frantz Jacobsen á Nordatlantiske Filmdage 2025. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder