Útskiftingin á redaktiónunum er stór, fíggjarliga botnlinjan trýstir gerandisdegin - og lesarar, lurtarar & hyggjarar finnast at innihaldinum. Jú, avbjóðingarnar hjá føroysku fjølmiðlunum eru nógvar og stórar.
Á almennum kjakfundi verður varpað ljós á støðuna í føroyska miðlaheiminum, á gáttini til 2020.
Vit hoyra stuttar framløgur frá:
Birgith Lassen, journalisti
Brynhild Thomsen, journalisti
Eiriki Lindenskov, blaðstjóra
Djóna Nolsøe Joensen, formanni í Mentanarnevndini hjá løgtinginum
Beinir Johannesen, næstformanni í Mentanarnevndini hjá løgtinginum
Sum seta síni orð avbjóðingar hjá miðlum og miðlafólki ídag.
Eftir framløgurnar verður kjak, ið Uni Holm Johannesen skipar.
Í panelinum vera Brynhild Thomsen, journalistur; Eirikur Lindenskov, blaðstjóri; Georg L. Petersen, tíðindaleiðari; Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroyskum Miðlafólkum; Djóni Nolsøe Joensen og Beinir Johannesen, ávíkavist formaður og næstformaður í Mentanarnevndini hjá løgtinginum.
Men tað skal ikki bara snúgva seg um Føroyar og okkara heimligu viðurskifti. Á fundinum fæst eisini eitt neyvt og dagført yvirlit yvir støðuna í miðlaheiminum í okkara norðurlendsku grannalondum.
Jonas Ohlsson er leiðari á Nordicom, ein miðlagranskingarstovnur á Universitetinum í Gøteborg. Hann er Ph.D. í miðlavísund og hevur í fleiri ár granskað í norðurlendskum miðlum.
Er tíðin við sterkum og objektivum fjølmiðlum um at vera av? Og hvussu hevur talgilda samfelagið ávirkað gongdina hjá fjølmiðlunum? Hesar og aðrar spurningar umrøður Jonas Ohlsson í sínum fyrilestri.
Føroysk Miðlafólk skipa fyri fundinum, sum verður í forhøllini í Kringvarpinum, leygardagin 30. november klokkan 13.
Øll við áhuga fyri føroyskum fjølmiðlum eru vælkomin til tiltakið, ið er alment og ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald