Eingilska avísin Evening Standard hevur gjørt ein lista yvir nýggj serstøk gistingarhús, sum fara at lata upp næsta ár.
Á listanum eru gistingarhús úr øllum heiminum, har nógv av teimum eru uttanfyri Evropa. Millum tey 20 støðini, sum eru nevnd, eru fýra úr Norðurlondum. Eitt í Danmark, tvey í Svøríki, og eitt í Føroyum.
Villa Copenhagen eitur danska gistingarhúsið á listanum. Staðið letur upp í Keypmannahavn nærindis Tivoli í apríl 2020. Sambært Standby.dk, fer Villa Copenhagen at kosta meira enn 1,5 mia. krónur.
Svensku gistingarhúsini á listanum eru Villa Dagmar í Stockholm og Arctic Bath í svenska partinum av Lappland í Finnlandi.
Føroyska gistingarhúsið á listanum er nýggja Hilton Garden Inn Faroe Islands, sum letur upp í Havn.
Um gistingarhúsið verður sagt:
- Gistingarhúsið við 131 kømrum er í gangifrástøðu frá bryggjuøkinum í Tórshavn, og útsýnið er yvir havið, og dentur verður lagdur á burðardygd. Gistingarhúsið er eitt samstarv við føroyska flogfelagið Atlantic Airways.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald