Mentan

Føroyskt-italskt samstarv: Barnabókin Luddi og Lundisa

Nýggja barnabók um Ludda og Lundisu

2018-06-21 22:10 Author image
Tíðindaskriv

Tvær kvinnur hittast í Mykinesi, báðar brenna fyri listini. Vár Berghamar Jacobsen og Delia Ciccarelli.

Delia minnist, at hon var ávegis oman rásina til brúnna út í Hólmin, og Vár var ávegis niðan rásina. Tær steðga báðar á og fara at práta, og burtur úr tí er sprottin ein fitt bók um tvær lundapisur.

Listakvinnan Delia Ciccarelli er framúr at lýsa náttúru og djór, og hon verður brúkt av mongum øðrum forløgum sum myndprýðari, bæði í Italia og kanska serliga enskum forløgum. Hon hevur stóran alsk til Føroyar og hevur vitjað fleiri ferðir her. Og serliga er tað Mykines, sum liggur hjarta hennara næst, og í Mykinesi kenna tey Deliu!

Vár hevur serliga arbeitt við tilfari til sjónvarp og útvarp. Hon gjørdist landskend av sendingunum saman við ommuni úr Dali, Likku likku leia.Sendingin koyrdi frá 1998 til 2000, og tey leikandi vóru Vár Berghamar Jacobsen, Páll Danielsen og Vilhelmina Larsen.

Myndabókin Luddi og Lundisa er ein gomul verkætlan ella dreymur, um tú vilt. Luddi og Lundisa vóru fyrst send sum útvarpsleikur í 2004, í ár hevur Vár saman við øðrum ferðast runt Føroyar við barnaleikinum við sama navni, og nú sita vit við hesari fittu og vøkru myndabókini um lundapisurnar.

Bókin er ætlað teimum 0-2 ára gomlu, hon er 28 bls. og innbundin.

placeholder
placeholder