Innanlands

Føroyskt øl nýtist ikki at verða vart móti útlendskari kapping

Donsku ølirnar eru tær bíligastu í landsins rúsdrekkasølum

2018-10-24 17:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danskar øl eru bíligari at keypa í Rúsdrekkasøluni enn føroyskt øl. Men marknaðarparturin hjá útlendskum øli er so mikið lítil, at landsstýrismaðurin ongar ætlanir hevur um at seta tiltøk í verk til tess at verja føroysku ølframleiðsluni.

Tað segði Poul Michelsen landsstýrismaður við vinnumálum á tingi í dag.

Tað var upp á munnligan fyrispurning frá Bjarna Hammer, sum vildi vita, um landsstýrismaðurin kundi hugsast vera sinnaður at seta ein minstaprís á øli, ið verður selt í rúsdrekkasølunum.

- Føroysku bryggjaríini eru í kapping við risastór útlendsk bryggjarí, sum kunnu selja einstaku ølirnar nógv bíligari enn føroysku mikrobryggjaríini kunnu, og tað er ikki gagnligt fyri føroysku bryggjarívinnuna. Vit vildu verið nógv fátækari, um vit ikki høvdu føroysku bryggjaríini helt Bjarni Hammer millum annað.

Poul Michelsen metti ikki trupulleikan vera álvarsligan. Rúsdrekkasølurnar selja 570 ymisk sløg av øli, sum kosta úr 9 krónum upp í 200. Prísásetingin er fastløgs við 25 posentum í vinningi til Rúsdrekkasøluna.

- Tað vísir seg, at 81 prosent av teimum ølunum, ið verða seldar eru føroysk framleiðsla. Sostatt eiga útlendsku ølsløgini bert 19 prosent av marknaðinum. Við yvir 80 prosentum kann sigast, at føroysku bryggjaríini nærum eru einaráðandi á marknaðinum, og tí meti eg ikki, at tað er neyðugt hjá landsstýrismanninum at seta tiltøk í verk til tess at stýra brúkið hjá keyparanum, helt Poul Michelsen.

Sigur meira um murina hjá Jákupi Mikkelsen
Leikluturin hjá Poul Michelsen sum eigari av PM-heilsøluni, ið umboðar onkur ølmerki, varð eisini tikin upp í tingsalinum.

Tað var hin heilsølumaðurin á tingi, Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, sum vísti á at tað verður gjørdur munur á hvussu gott pláss tær føroysku ølirnar fáa í Rúsunum í mun til tær føroysku.

Jákup Mikkelsen vísti á, at danskar øl – millum annað øl, sum PM heilsønan umboðar – fáa nógv betri pláss enn tær føroysku.

Poul Michelsen svaraði aftur við at siga, at hann ikki var vitandi um, at tað varð gjørdur munur á hvussu tey ymsu ølsløgini verða marknaðarførd í rúsdrekkasølunum. Hann helt eisini, at vanligur keypmansskapur er at geva teimum ølunum, sum selja mest tað besta plássið í handlinum, og vísti enn einaferð á, at føroysku bryggjaríini eiga yvir 80 prosent av marknaðinum.

Og so legði hann afturat, at viðmerkingin hjá Jákupi Mikkelsen, at hann onki hevur við nakað ølmerki at gera.

- Viðmerkingin frá Jákupi Mikkelsen vísir bert hansara muru og vísir hvussu hann hugsar, segði Poul Michelsen.

Harboe Pilsner bíligast
Vøruskráin hjá Rúsdrekkasøluni á netinum váttar, at tað eru tær donsku ølirnar, sum eru bíligast.

Tann bíligasta ølin hjá Rúsuni kostar 8,70 krónur, og er ein pilsnari í blikki frá bryggjarínum Harboe. Síðan kemur ein classik frá bryggjarínum Slots, eisini í blikki til fyri 8,75 krónur og Premium-pilsnarin hjá Faxe fyri 9,75.

Bíligasta føroyska ølin er Rock All hjá Føroya Bjór fyri 9,95, meðan tær vanligu 4,7%-ølirnar hjá bæði Føroya Bjór og Okkara kosta 10,35 á fløsku og 11,60 ella 11,70 í blikki.

Fyri øl av gullstyrki er tað eisini ein donsk øl, sum er bíligast, nevniliga Royal Export, sum kostar 10,95 og sostatt er bíligari enn fleiri av teimum vanligu pilsnarunum, sum eru til sølu hjá Rúsuni.

Vit hava hugt at ølprísunum fyri mest vanligu ølirnar. Tað vil siga øl fyri upp til 15 krónur í íløtum á 33 sentilitrar.

Veikt øl 2,6-4,6%
Harboe pilsner bl. 8,70
Slots Classic bl. 8,75
Faxe premium bl. 9,75
Føroya Bjór Rock All fl. 9,95
Føroya Bjór Veðr fl. 10,35
Føroya Bjór Classic fl. 10,35
Føroya Bjór 130 fl. 10,35
Føroya Bjór North Atlantic fl. 10,35
Okkara Vanliga fl. 10,35
Okkara Klassik fl. 10,35
Tuborg Grøn bl. 10,55
Tuborg Classic bl. 10,55
Carlsberg fl. 10,85
Tuborg Grøn fl. 10,85
Okkara Vanliga bl. 11,60
Føroya Bjór Veðr bl. 11,70
Føroya Bjór Classic bl. 11,70
Okkara Klassik bl. 11,70

Sterkt øl 4,7-5,8%
Royal Export bl. 10,95
Okkara Gull bl. 12,00
Føroya Bjór Martin Luther fl. 12,20
Carlsberg Pilsner 5% bl. 12,10
Føroya Bjór Gull fl. 12,25
Føroya Bjór Slupp fl. 12,25
Føroya Bjór Black Sheep fl. 12,25
Føroya Bjór Einars Special fl. 12,25
Føroya Bjór Green Island Stout fl. 12,25
Føroya Bjór Ólavsøkubryggj fl. 12,25
Okkara Gull fl. 12,25
Calsberg Sort Guld fl. 12,30
Heineken Export bl. 12,45
Tuborg Guld fl. 12,55
Heineken Export fl. 13,20
Víkingur Gylltur bl. 13,50
Føroya Bjór Gull bl. 13,75

Sterkt øl yvir 5%
Okkara Ólavur bl. 13,75
Carlsberg Elephant bl. 14,30 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder