Innanlands

Føroyskt sjálvstýri í miðdeplinum í Norðurlandahúsinum

Tað vóru vælupplagdir fyrilestrarhaldarar, sum greiddu frá til almenna tiltakið í Norðurlandahúsinum seinasta sunnudag undir yvirskriftini “Visjónin um einar sjálvstøðugar Føroyar - tá og nú”

Við kenda danska journalistinum Martin Breum sum orðstýrari høvdu Hans Andrias Sølvará, Liljan Weihe og Marjun Hanusardóttir framløgur fyri donskum felagsskapi. Mynd Jan Müller

Við kenda danska journalistinum Martin Breum sum orðstýrari høvdu Hans Andrias Sølvará, Liljan Weihe og Marjun Hanusardóttir framløgur fyri donskum felagsskapi. Mynd Jan Müller

2023-06-09 13:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri góðum ári síðani hevur í støðugt størri mun verið varpað ljós á Arktis og harvið eisini á Grønland og Føroyar sum sjálvstýrandi øki í Ríkisfelagsskapinum. Trygdarmál eru vorðin raðfest alsamt hægri, nú spenningurin millum Russland og Vesturheimin ikki hevur verið so høgur síðani Kalda kríggið. Støðan hevur so eisini fingið danir at geva Føroyum og Grønlandi  størri ans og hetta sást eisini nú um dagarnar, tá 25 limir í danska felagsskapinum “Udenrigspolitisk Selskab” vóru á námsvitjan í Føroyum. Somu fólk vitjaðu í Grønlandi í fjør.

[object Object]

Sjálvstýri fyri Føroyar var í miðdeplinum, tá Udenrigspolitisk Selskab úr Keypmannahavn vitjaði  Norðurlandahúsið eins og vitjað hevur verið  ymsa staðni í landinum alla hesa vikuna.

Undir yvirskriftini “Visjónin um einar sjálvstøðugar Føroyar - tá og nú” var alment tiltak hildið í Norðurlandahúsinum.

Til tiltakið í Norðurlandahúsinum seinasta sunnudag vóru framløgur og kjak á skránni við trimum føroyskum framløgum frá:

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingi
Liljan Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi
Marjun Hanusardóttir, fyrrverandi løgmansstjóra

Orðstýrari var Martin Breum, tíðindamaður og rithøvundi. Hann hevur seinastu árini víst serstakan áhuga fyri Arktis og hevur skrivað bøkur og verið sera virkin í almenna orðaskiftinum um viðurskiftini í hesum partinum av heiminum.

[object Object]

Endamálið við vitjanini hjá Undenrigspolitisk Selskab er sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum at seta seg betur inn í Føroya søgu og at skilja, hvat føroyingar hugsa og halda um Danmark og restina av heiminum. Tí varð skipað fyri pallborðsfundi, har tríggir kendir føroyingar høvdu framløgur, sum snúgva seg um tjóðskap og visjónina um einar sjálvstøðugar Føroyar. 

Udenrigspolitisk Selskab í Keypmannahavn er sprottið úr mótstøðurørsluni ímóti týsku herðsetingini av Danmark undir seinna heimsbardaga. Evropa var stongt, mørkini landanna millum vóru merkt við píkatráði og harðskapi. Neyðugt var, at fólk fingu áhuga fyri umheiminum og fyri mentanum í øðrum londum. Í dag er heimurin broyttur, men tørvurin á talufrælsi, kjaki og vitan er vaksandi - hetta sama er galdandi fyri Føroyar, føroyingar og teirra vónir, dreymar og visjónir. Evropa er aftur merkt av kríggi og ófriði, og tørvurin á innlit, fatan og samrøðu tvørtur um lond og mentanir er aftur átrokandi.

Udenrigspolitisk Selskab er privatur felagsskapur, sum Fríðrikur krúnprinsur er verji hjá. Øll við áhuga fyri uttanríkispolitikki kunnu vera limir í felagsskapinum. Á odda fyri vitjanini í Føroyum stendur Charlotte Flindt Petersen, stjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder