Innanlands

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild ásettar fyri 2019

Kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild verður ávikavist 406.307 tons og 119.537 tons

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

2018-12-21 19:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2019.

Føroyska kvotan av svartkjafti fyri 2019 verður 406.307 tons samsvarandi 35,5 prosentum av mest loyvdu veiðu (MLV) á 1.143.629 tons, sum strandarlondini samtyktu í London 6. november 2018, sambært langtíðar umsitingarætlanini og ICES ráðgevingini fyri 2019.

Føroyska kvotan av norðhavssild fyri 2019 verður 119.537 tons samsvarandi 20,31 prosenti av mest loyvdu veiðu (MLV) á 588.562 tons, sum strandarlondini samtyktu í London 6. november 2018, sambært langtíðar umsitingarætlanini og ICES ráðgevingini fyri 2019.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2019 verður skipaður í kunngerðum og verða tær lýstar í næstu framtíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder